Nýggja neystið reist

Nýggja neystið reist
Froðbiar Sóknar Róðrafelag hevur seinastu árini húsast í bingjum, men um stutta tíð batna umstøðurnar munandi, tá felagið flytur í nýggj stásilig høli. Hósdagin var reisigildi
26.06.2023 - 20:05

Nú í nøkur ár hevur Froðbiar Sóknar Róðrarfelag húsast í bingjum.

Tað er sjálvandi ikki nøktandi, og nú kunnu limirnir í felagnum gleða seg til nýggjar karmar. Tey skulu nevniliga húsast í vatnítróttarstøðini, Fjørður.

 - At vera á veg til at fáa eitt nýtt hús er bara fantastiskt, sigur formaðurin í FSR, Linn Linn Mohr Augustinussen.

 Nýggja neystið hevur stórar fyrimunir við sær fyri rógvararnar í felagnum.

 - Tað ger, at vit kunnu savnast, og at samanhaldið kann blíva uppaftur betri, sigur Barbara Tausen úr trivnaðarnevndini hjá felagnum, sum vónar, at hetta fer at eggja fleiri til at rógva.

Barbara Tausen sigur, at málið hjá felagnum er, at hava bæði kvinnu- og mannfólkamanning í vaksnamannaróðri og at fáa fleiri barnamanningar, tí í ár hava tey onga.

Í nýggja bygninginum er ætlanin eisini at hava tilboð um alskyns vatnítrótt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179