Spentar KÍ-mammur: Ein øl er góð fyri nervarnar

Spentar KÍ-mammur: Ein øl er góð fyri nervarnar
VIDEO: "Hetta er øgiliga strævið, tí tað er sum at vera til eina steypafinalu hvørja viku. Mann er móður," halda nakrar av KÍ-mammunum, sum er við í Molde og stuðla synunum
Hallur E. Thomsen
Mammurnar hjá nøkrum av profilunum á KÍ-liðnum eru øgiliga spentar til dystin
15.08.2023 - 13:17

Fleiri flogfør við KÍ-fjepparum eru lend í Molde seinastu dagarnar.

Millum fjeppararnar er eisini mammurnar hjá nøkrum av leikarunum. 

Tær viðganga blank, at tær eru so spentar til dystin í kvøld, at tær hava havt ilt við at fingið blund í eyguni í nátt. 

"Hetta er øgiliga strævið, tí tað er sum at vera til eina steypafinalu hvørja viku. Mann er móður, men tað er øgiliga stuttligt," heldur Jórun Andreasen, mamma Jákup B. Andreasen, KÍ-liðskipara. 

"Tað gekk ein løta, áðrenn eg sovnaði í nátt, men eg svav gott," sigur Annika Frederiksberg, mamma Árna Frederiksberg, ið er stóra samtaluevnið í evropiskum fótbólti í løtuni. 

"Oh my God, eg havi nervar. Eg vóni, at teir fara at vinna. Einasti heiligvágur móti nervunum er ein øl," sigur Jóna Vatnsdal, mamma Heina Vatnsdal, við einum brosi. 

"Eg vóni, at Jonn fær nakrar minuttir í dystin," sigur ein spent Mathilda Johannessen, mamma Jonn Johannesen. 

Kringvarpið vísir dystin millum Molde og KÍ beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 17.50. 

Dagur og vika verður eisini framskundað til 17.30 orsakað av dystinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595