Liðskiparin ætlar sær víðari

Liðskiparin ætlar sær víðari
Jákup B. Andreasen fegnaðist um frálíka avrikið í javnleikinum ímóti Lille, men leggur áherðslu á, at arbeiði ikki er liðugt. - Vit ætla okkum víðari, segði KÍ-liðskiparin
05.10.2023 - 21:28

Sum ikki einaferð gekk Jákup Biskopstø Andreasen fremstur í frálíka avrikinum hjá KÍ ímóti Lille á Tórsvølli í kvøld.

Aðrir á liðnum, til dømis Patrick da Silva og Odmar Færø, vóru kanska sjónligari, men liðskiparin er sjálv ímyndin av støðuga KÍ-liðnum, sum aftur í kvøld legði ein kapittul afturat spennandi framhaldssøguni, sum er skrivað í summar.

Jákup Biskopstø Andreasen fegnaðist sanniliga um avrikið og stigið, men legði áherðslu á, at arbeiðið var ikki meir enn byrjað og at KÍ ætlar sær víðari. 

 - Vit vænta okkum enn ein harðan dyst (ímóti Olympija Ljubljana). Tað er meistarin úr Slovenia, so stigið er høgt, segði KÍ-liðskiparin.

 - Tað verður aftur ein dystur, har vit fyrst og fremst skulu lata okkum í arbeiðshandskarnar, og renna teir metrarnar, sum skulu til. Men tað er á heimavølli, og vit ætla okkum víðari, so har skulu vit eisini fáa stig, segði Jákup Biskopstø Andreasen.

Torir tú at skjóta upp á, hvussu nógv stig koma afturat?

 
- Nokk til at koma víðari!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558