Brellbiti: Fylg Hinum Rusuta niðan á Kilimanjaro í átta pørtum

Brellbiti: Fylg Hinum Rusuta niðan á Kilimanjaro í átta pørtum
Jens Jákup Hansen hevði myndatólið við, tá hann og Gundur Mortensen fyrr í ár gingu upp á hægsta fjall í Afrika. Tað bleiv til átta partar. Her er ein brellbiti
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
06.11.2023 - 12:25

Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga uppá hægsta fjall í Afrika.

Toppurin á Kilimanjaro er 5.895 metrar omanfyri vatnskorpuna. Við á túrinum er Gundur Mortensen. Teir kennast frá fjallabjargarunum og eru vinir.
Jens Jákup Hansen, eisini nevndur Hin Rusuti, hevði myndatólið við.

Tað er blivið til átta partar, sum sjónvarpið fer at senda komandi týskvøld.

Fyrsti partur verður sendur týskvøldið eftir gekkin.

Í sendingini síggja vit, hvussu gongur á ofta truplu royndini at náa toppin á Afrika.

 

Fjallatúrar eru heilivágur
Tað er ikki uttan orsøk, at Jens Jákup gongur henda avbjóðandi túrin.

Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði.

Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur.

Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið,

Hin Rusuti, sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. juni
KAKUMiKS (3:7) - teknmálstulkað
192723
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643