40 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri samlegu við barn móti gjaldi

40 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri samlegu við barn móti gjaldi
Maðurin varð frídømdur fyri tilvitað at hava havt kynsligt samband við barn, men dømdur fyri í ósketni at hava havt kynsligt samband við barn yngri enn fimtan ár
Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin og 10.000 krónur í endurgjaldi. (Savnsmynd)
 
02.06.2025 - 14:57

Ein maður fekk í Føroya rætti í dag 40 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt samlegu við barn yngri enn 15 ár, og at galda fyri tað.

Í februar í fjør hevði maðurin, sum er miðskeiðis í sekstiárunum, samlegu og annað kynsligt samband við eina tá 14 ára gamla gentu.

Á sosiala miðlinum Grindr bjóðaði hann gentuni túsund krónur fyri kynsligar tænastur.

Maðurin heintaði gentuna í býnum í Havn, og koyrdi hana heim til sín sjálvs, har hann gav henni 800 krónur. Síðani hevði hann samlegu við henni umframt annað kynsligt samband.

 

Segði seg vera 18 ár

Á samskiftinum millum ákærda og gentuna á Grindr sæst, at gentan segði manninum, at hon var 18 ára gomul. Og tað er ikki prógvað, at ákærdi visti, ella átti at vitað, at hon var yngri enn 18 ár.

Hóast hann í boðum til gentuna skrivaði: "Er tað heilt vist, at tú ert átjan?", er tað ikki prógvað, at hann visti, at hon var so ung.

Maðurin varð sostatt frídømdur fyri tilvitað at hava havt kynsligt samband við barn, men dømdur fyri í ósketni at hava havt kynsligt samband við barn yngri enn fimtan ár.

 

Noktaði seg sekan

Ákæruvaldið vildi hava mannin, sum noktaði seg sekan, dømdan í fongsul. 

Hann fekk 40 daga treytaða fongsulsrevsing. Treytin er, at hann ikki fremur nakað líknandi brot t ár.

Heldur dømdi maðurin treytirnar, skal hann ikki inn at sita dómin.

Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin og 10.000 krónur í endurgjaldi.

Tá endurgjaldið er sett, er atlit tikið at umstøðunum sum heild, hvat slag av broti, talan er um, og at aldursmuninum millum ákærda og órættaðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938