- Verjan stendur betur í dag

bannari
- Verjan stendur betur í dag
Verjan stóð betur í seinna dystinum ímóti Belgia, sum var munandi harðari, helt Rói Berg Hansen eftir 34-29 sigur til heimaliðið í Høllini á Hálsi
06.01.2024 - 22:15

Fríggjakvøldið skeyt hann átta mál upp á ein hálvleik, leygarkvøldið skoraði hann bara eina ferð.

Rói Berg Hansen ásannaði, at seinni dysturin ímóti Belgia var harðari og intensari, men helt, at føroyska verjan stóð seg betur enn í fyrra dystinum.

 - Eg haldi, at vit standa betur í verjuni í dag. Vit eru meira fysiskir og klárari, enn vit vóru í gjár, segði vinstri vongurin.

Fyrri hálvleikur var javnur, Føroyar vóru frammanfyri næstan alla tíðina, men beint fyri steðgin yvirhálaði Belgia. Eftir steðgin sást munurin so líðandi, og heimaliðið avgjørdi seinastu løtuna. 

Nú handlar tað um EM, segði Rói Berg Hansen.

 - Nú eru vit so nær við, sum vit kunnu vera, og vit gleða okkum bara. Hetta hevur verið øgiliga fín fyrireiking, og vit hava havt nakrar góðar vikur saman, so vit eru spentir, segði Rói  Berg Hansen.

Nakrar fáar venjingar eru á skránni afturat, áðrenn føroyingarnir leggja leiðina til Týsklands týsmorgunin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693