- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera ílegukanningar av pinkubørnum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Gera ílegukanningar av pinkubørnum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Kanningar verða gjørdar av fýra sjúkum, har títtleikin er stórur í Føroyum, m.a. CTD

Hanna Brandal er varaleiðari á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Mynd: Frants Jensen
09.10.2026 - 18:00
- Hetta er slóðbrótandi.
Tað sigur Hanna Brandal, varaleiðari á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú fyrsta úrslitið er komið av genetiskari kanning av pinkubarni, sum er gjørd í Føroyum.
Allir nýføðingar fáa eitt prik í hælin, og blóðið verður sent til Danmarkar at verða kannað fyri 25 ymiskar sjúkur.
Nú verða ílegukanningar gjørdar í Føroyum av fýra sjúkum, har títtleikin er stórur, m.a. CTD.
Tað tekur nakrar fáar dagar at gera kanningarnar.
Hoyr samrøðu við Honnu Brandal í útvarpstíðindunum:
09102026_Rannsoknarstova_i_Klax
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























