Hava hvest sær yvirtalsspælið og styrkt um verjuna

Hava hvest sær yvirtalsspælið og styrkt um verjuna
Spælið við sjey ímóti seks og verjuspælið sum heild hava verið ovast á breddanum hjá hondbóltslandsliðnum við monnum, sum skal spæla HM-playoff ímóti Norðurmakedónia í mai
18.03.2024 - 16:58

Yvirtalsspælið og verjuspælið hava verið ovast á breddanum hjá manslandsliðnum í hondbólti, sum í farnu viku vandi saman í Føroyum.

Ikki tí; landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, var væl nøgdur við tað, hann sá, í EM-endaspælinum í januar, men tá playoff-dystirnir ímóti Norðurmakedónia koma í mai, er gott at hava øll amboð til reiðar.

 - Vit útbyggja okkara spæl við sjey ímóti seks. Vit hava verið væl nøgdir, men vit síggja eisini, at møguleikar eru fyri at bøta um tað. So er tað verjuspælið, sum var sera gott í EM, men vit halda, at vit kunnu gera tað uppaftur betri, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Landsliðsvenjarin gevur Norðurmekedónia favorittleiklutin. Teir eru royndari og hava frálík hagtøl á heimavøllinum í Skopje.

 - Tað er nógv, sum skal eydnast, um vit skulu hava ein kjans. Allir partar av okkara spæli skulu upp á høgt stig, tí vit spæla ímóti dugnaligum spælarum, sum eru vanir við Champions League-hondbólt, so vit fáa ovmikið at gera, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

 

Heimadysturin altavgerandi

Óli Mittún er ein av avgerandi spælarunum í føroyska álopinum. 

Hann heldur, at fyrri dysturin, sum er á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn, verður altavgerandi.

 - Tann fyrri dysturin verður tann lætti dysturin, um mann kann siga tað so, tí vit spæla heima frammanfyri okkara áskoðarum, sigur kviki bakspælarin, sum hevur verið flúgvandi fyri svenska felag sítt, IK Sävehof, eftir árskiftið. 

 - So fara vit til Skopje at spæla frammanfyri 7000 svøkum norðurmakedónarum. So tað verður sera týdningarmikið at fáa eitt gott úrslit heima, tí dysturin í Norðurmakedónia verður ikki lættur, staðfestir Óli Mittún.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ikki síðsta umfar í Bundesliguni undan landsliðssteðginum, men sambært spælskiparanum er skaðin ikki álvarsamur. MYND: Kollektif
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087