Ferðavinnuuppskotið verður broytt

Ferðavinnuuppskotið verður broytt
Bóndurnir komu ikki til fánýtis á Vaglið í Havn við traktorunum. Tí uppskotið hjá Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu verður broytt. Tað eru flestu flokkar samdir um
19.03.2024 - 20:13

Øll framsøgufólkini í løgtinginum í dag høvdu ymiskt, sum tey antin vildu kanna nærri ella broyta við uppskotinum hjá Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu. Tað vísti fyrsta viðgerðin í løgtinginum í dag.

Samgonguflokkarnir seta sítt álit á eina breiða semju við Sambandsflokkin, og henni sleppur Erhard Joensen at stíla fyri, tí hann skal sum formaður í vinnunevndini viðgera uppskotið víðari. Hann ætlar sær í gongd við eina gjølliga viðgerð, sum merkir, at hetta málið verður eitt tað seinasta málið, sum kemur úr aftur nevd hesa tingsetuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493