Eitrandi nudlur tiknar av hillunum

Eitrandi nudlur tiknar av hillunum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur afturkallað trý sløg av nudlum, tí nøgdin av totalcapsaicin í vørunum hevur ein váða við sær fyri akuttari eitran
13.06.2024 - 19:27

Trý sløg av nudlum av merkinum Samyang eru afturkallaðar úr handlunum. 

Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur afturkallað Samyang Buldak 3 x Spicy & Hot Chicken, 2 x Spicy & Hot Chicken og Hot Chicken Stew, tí nøgdin av totalcapsaicin í vørunum hevur ein váða við sær fyri akuttari eitran.

Vøran er seld í føroyskum handlum.

Heilsufrøðiliga Starvstovan mælir borgarum til at lata vørurnar inn aftur, haðani tær eru keyptar ella beina tær burtur.

Avgerðin er tikin, eftir at danskir myndugleikar hava afturkallað vøruna.

Bárður Enni, stjóri í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554