Serfrøðingur: Samráðingarnar í Washington verða harðar

Serfrøðingur: Samráðingarnar í Washington verða harðar
Martin Breum, journalistur, sigur, at dagsskráin hjá amerikanska varaforsetanum og uttanríkisráðharranum verður kravið frá Trump um at taka Grønland
Martin Breum, journalistur, fylgir væl við viðurskiftunum í Grønlandi og Arktis.
 
14.01.2026 - 11:02

Samráðingarnar í Washington í dag um USA og Grønland verða harðar.

Tað sigur Martin Breum, journalistur og vertur á podcastrøðini 'Koldfronten - Bardagin um Grønland og Arktis'.

Í fleiri ár hevur hann fylgt gongdini í Grønlandi, og í hesum døgum er serliga nógv uppá spæl.

 

Støðan broytist leypandi

Hendingar, orðaskifti og fundir broyta leypandi støðuna, og Martin Breum fylgir væl við tí sum hendir dag fyri dag og tíma fyri tíma.

Í dag verður toppfundur í Washington á skránni.

Tað eru Lars Løkke Rasmusssen, danskur uttanríkisráðharrai, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi. sum skulu hitta amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio og amerikanska varaforsetan J.D. Vance.

 

Fundur í Washington

Sambært Martini Breum verur fundurin um ymisku sjónarmiðini úr ávikavist Grønlandi og USA.

Hann vísir á, at J.D.Vance, varaforseti, og Marco Rubio, uttanríkisráðharri, skulu gera eftir kravinum frá Donald Trump, forseta, um at taka Grønland.

Tað verður dagsskráin hjá teimum á fundinum, meðan Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt helst fara at greiða frá, at londini framvegis eru áhugað í einum samstarvi, men at Grønland ikki er áhugað í eini samansmelting við USA, sigur Martin Breum.

 

Eingin avtala verður gjørd

Eftir fundin verður helst greitt, um USA framvegis ætlar at fara eftir Grønlandi við hernaðarligari megi, ella um tann møguleikin verður tikin av borðinum.

Men sambært Martini Breum kann mann ikki vænta, at fundurin fer at bjóða uppá annað enn orðaskifti og harðrend krøv.

Um tú spyrt journalistin kemur tí eingin avtala í lag millum londini í dag.

 

Føroyar eru ikki eitt áhugamál

Hóast framtíðin hjá Grønlandi er merkt av óvissu, eru vit her heima ikki ávirkað á sama hátt. 

- Føroyar skulu neyvan óttast einum líkum álopi ella hóttan úr USA um at vera tiknar, sigur Martin Breum.

Men kortini hava Føroyar ein strategiskan týdning, sambært honum.

- Føroyar liggja eitt sera týdningarmikið stað í Norðuratlantshavinum, har amerikanarar vilja hava eina sterkari verju móti Russlandi. 

 

 

Sí innslag í Degi og viku: 

 

BREUM

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815