Útnorðurgranskarar hittast í Føroyum

Útnorðurgranskarar hittast í Føroyum
Tað kann fáa ávirkan á framtíðar granskingarverkætlanir, at granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum styrkja samstarvið
19.08.2024 - 19:30

Grønland, Ísland og Føroyar hava nógv til felags, og samstarvsverkstovur og ráðstevnur fyri granskarar kunnu vera uppbyggjandi fyri samstørv millum londini. Tað heldur Magni Mohr, dekanur á Fróðskaparsetrið Føroya.

Samstarvsverkstovan GLISFO 2024 leggur dent á, at granskarar koma at kenna hvønn annan.

- Hetta kann lata upp fyri gransking í felags áhugamálum.

Í 2026 kemur ein enn størri granskingarráðstevna hendan vegin, tá universitetsfelagsskapurin, UArctic, hittist í Føroyum. Tá verður lagt upp til stórar granskingarverkætlanir. Væntandi verður ráðstevnan tá hildin í nýggju høllini Við Tjarnir.

Dentur verður tá lagdur á arktiska økið og tey evni, sum politiskt, mentanarligt, samfelagsligt og umhvørvisligt upptaka okkum, sigur Magni Mohr.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723