Nógvar leysar atkvøður í Vestmanna

Nógvar leysar atkvøður í Vestmanna
Spenningurin er stórur í Vestmanna, har bert tvey úr sitandi bygdaráði stilla upp aftur. Hvar enda tær leysu atkvøðurnar, spyr valstýrisforkvinnan
12.11.2024 - 14:58

Valluttøkan í Vestmanna er góð í dag. Tá klokkan var farin av tvey, høvdu 24 prosent verið og greitt atkvøðu í høllini.

Spenningurin er eisini stórur, tí bert tvey av teimum, sum hava siti í bygdarráðnum síðstu setuna, stilla uppaftur hesa ferð.

 - Eg haldi altíð, at tað er spennandi, tá tað er val, men her eru nógvar leysar atkvøður, tí bert tvey stilla upp aftur, so tað er spennandi, hvar allar tær leysu atkvøðurnar fara, sigur valstýrisforkvinnan, Maud Poulsen.

Bert 11 stilla upp í Vestmanna, og tey eru øll á sama lista.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221