Ætlanin at koma heimaftur brestur ofta

Ætlanin at koma heimaftur brestur ofta
Tá tær fara avstað ætla tær sær heimaftur. Men hjá summum endar tað vil at tær velja útlandið til.
28.11.2024 - 19:32

Eitt er menningin, sum ein útbúgving hevur við sær. Men eitt annað er sosiala menningin, ið kemur av at búgva langt heimanfrá.

Júst sosiala menningin er ein av orsøkunum til at Beinta Gaardbo og Sólja við Stein ætla sær av landinum.

-Ein lærir at standa á egnum beinum tá ein flytur út frá foreldrunum, og kanska á ein serligan hátt um ein flytur langt vekk, siga tær báðar.

Báðar tvær ætla sær tó heimaftur eftir eina tíð, men sambært Eriku Hayfield, granskara á Fróðskaparsetri Føroya eru tað fleiri, sum hóast tær ætla sær heimaftur, enda við at búgva uttanlands.

Linda Mortansdóttir og Fríða Marjunardóttir eru tvær av teimum, sum fóru uttanlands at lesa men ikki komu aftur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
Morgunlestur týsdagur 24.februar 2026
204596
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607