Frændur fyri friði

Frændur fyri friði
Tíverri er aftur tørvur á Friðarsanginum, sum eg skrivaði í 1986. Tað sigur Rani Nolsøe, sum í kvøld fer á pallin til friðarkonsert í Reinsarínum í Havn
17.01.2025 - 19:24

Hann sang um frið og frælsi í 80unum saman við hinum í Frændum - og í kvøld fer Rani Nolsøe aftur á pall, nú ein sonevnd friðarkonsert er í Reinsarínum.

Ovast á skránni, er Friðarsangurin: Tí hóast hann skjótt verður 40 ár, so er hann tíverri aftur vorðin aktuellur, sigur Rani Nolsøe. 

Men sjálvt um friðarspurningurin aftur er aktuellur, so ivast tónleikarin í, um tað sama kann sigast um friðarrørsluna. 

"Tá á døgum, tá møttust mann. Mann gekk saman til stórar friðargongur". Greiðir Rani Nolsøe frá, og sigur, at vit sýnast vera meria einsamøll - og í okkara egnu verð. 

Tí verður tað spennandi at síggja, hvussu nógv møta upp til friðarkonsertina, leggur hann aftrat. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086