Kvinnurørslan enn livandi

Kvinnurørslan enn livandi
Kvinnustríðið er broytt nógv síðani 93 ára gamla Ása Hátún sá byrjanina av kvinnurørsluni í Føroyum, tá mamma hennara var við at stovna Kvinnufelagið í 1952.  
04.03.2025 - 19:44

Tær byrjaðu at geva blaðið Kvinnutíðindi út stutt eftir at felagið varð stovnað, og seinasta útgáva var “Serblað Túsundáraskiftið”, sum kom út í 2000. Evnini í blaðnum vóru serliga tengd at tí sum fyrifórst í kvinnurørsluni, bæði í Føroyum og uttanlands 

Elin Lindenskov bleiv virkin í kvinnurørsluni síðst í 80’unum og fór í kommunalpolitikk í kreppuni. Hon varð vald inn fyri Javnaðarflokkin og her gjørdu tær ein kvinnubólk inni í flokkinum, har tær m.a. skipaðu fyri skeiðum í kjakast og at bera røður fram. Eitt av stóru tøkunum hon minnist, var tá Marita Petersen bleiv forkvinna í Javnaðarflokkinum og síðani løgkvinna. Seinni bleiv og Marita Petersen løgtingsformaður og tað hevur ikki verið ein kvinna síðani, fyrr enn nú.  Men kvinnurørslan er enn livandi, sigur Vón Holm Magnadóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590