Beinir siktar eftir stjørnunum

Beinir siktar eftir stjørnunum
Beinir hevur havt eitt gott tónleikaár - bæði her heima og í Danmark. Eg ætli mær at blíva kempi stórur, sigur sangarin, sum í vikuskiftinum vann tvær FMA virðislønir
Bjarni Árting Rubeksen
24.03.2025 - 19:25

Tað er spennandi at vera eg í løtuni, sigur Beinir Troest, sum hevur úr at gera í løtuni. Sangarin hevur stórar ætlanir - og tær eru ikki vorðnar minni, eftir at hann vikuskiftinum vann tvær FMA virðislønir. 

25 ára gamli sangarin vann fyrst ársins sang við Romeo, og løtu seinni vann hann áhoyraravirðislønina. 

"Eg hevði líkasum vónað, at eg hevði fingið eina FMA, men at fara avstað við tveimum - ja, tað var feitt", sigur Beinir, sum hevur skrivað sangin um unnustuna. 

Beinir hevur í mong ár verið eitt kent navn í Føroyum, men nú er føroyingurin eisini eitt kent navn í Danmark, har hann hevur framført á fleiri stórum pallum. 

"Tað stórsta, sum eg havi upplivað, var, tá eg spældi til Vild med Dans", fortelur Benir, sum trein á stóra pallin hjá Tv2 við lagnum "Call me a dreamer" í fjør.

Og 25 ára gamli sangarin er nevniliga ein droymari: Ein, sum siktar eftir stjørnunum. "Eg ætli mær at blíva kempi stórur", sigur hann flennandi. 

 

Greener

Í fjør útgav Beinir sína debutplátu sum vaksin, “Greener”. Í tí samband var hann gestur í sendingini Leitisstein. 


>>Hoyr Beinir greiða frá um plátuna hjá sær “Greener” í sendingini LEITISSTEIN. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400