Stígur komin í søluna av el-bilum

Stígur komin í søluna av el-bilum
Bilasølurnar ávaraðu áðrenn og aftaná um, at komu avgjøld á elbilarnar, fór sølan at minka. "Tey lurtaðu ikki, tí avgerðirnar vóru tiknar áðrenn tey spurdu okkum."
02.05.2025 - 19:47

"Vit góvu teimum nágreiniligar útrokningar fyri, hvussu sølan fór at minka, um avgjøldini vórðu løgd á el-bilarnar, men tey lurtaðu als ikki," sigur søluleiðarin á Komfort Bilar, Kiran Jóanesarson. "Elbilar eru ein liður í grøna orkuskiftinum og fólk vilja gjarna vera við til tað, men tað skal loysa seg."
Danmark væntar at røkka sínum umhvørvismálum, sum eru at minka útlátið á landið við 70% áðrenn 2030. Tað vænta tey fer at eydnast og kanska náa tey at minka tað við 72%. Ein av orsøkunum til tað er, at sølan av elbilum er støðugt vaksandi - sum nú eru, eru 8/10 bilum á vegnum, elbilar. 
Aðrastaðni er sølan av elbilum eisini vaksandi, men her í Føroyum gongur mótsattan veg. Samanborið við januar og februar mánað í fjør, er sølan av elbilum minkað við 80%. Prísurin á elbilum er farin upp, tí avgjøld eru løgd á elbilarnar og við tí kostar ein elbilur í nógvum førum meira enn ein vanligur bensinbilur í dag. Tað ger at fólk halda seg aftur, at keypa elbilar. Við bensinbilum veit man hvat man fær, og óvissan um skiftandi avgjøld og MVG afturberingar ger, at fólk halda seg aftur. Tað sigur Kiran Jóanesarson. Hesa gongdina síggja tey eisini hjá Berg Motors, sigur sølu- og marknaðarleiðari, Hallur Onghamar. Teirra søla av elbilum er eisini minkað. Kundarnir skilja ikki, hví prísurin brádliga er farin upp og tí velja tey heldur ein bensinbil. 

Lóggávur og skipanir í samband við elbilar tykist heldur ikki heilt gjøgnumhugsað, sigur Kiran Jóanesarson. Ein annar trupulleiki er, tá battaríini á elbilunum skulu burturbeinast. "Eg havi ikki upplivað tað sjálvur, men eg havi hoyrt um eitt verkstað, sum hevur skift eitt battarí, men tey vita ikki hvar tey skulu burturbeina tað. Tað kostar 100.000-150.000kr at burturbeina eitt slíkt bilbattarí og man veit ikki hvør skal gjalda fyri tað. Bilframleiðarin hevur ikki ábyrgdina av bilinum longur og kann tí ikki gjalda, men kundin kann heldur ikki gjalda, tí tað er ikki vera teirra trupulleiki. Har er eingin loysn gjørd, og mær vitandi arbeiðir man heldur ikki við at gera eina loysn. Tað tykist sum man veit av trupulleikanum, men hevur skumpað hann til viks."

Margit Stórá, umhvørvismálaráharri, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097