Átta ár síðan seinast: Anja skjýtur aftur á Oyggjaleikum

Átta ár síðan seinast: Anja skjýtur aftur á Oyggjaleikum
Fyri átta árum síðan vann Anja Eydnudóttir fimm gullheiðursmerki á Oyggjaleikunum í Gotlandi. Í vetur tók hon bogan upp aftur, og nú siktar hon eftir leikunum á Orknoyggjum
01.07.2025 - 16:32

Nú skjýtur Anja Eydnudóttir aftur við boga og píli fyri Føroyar.

Átta ár eru liðin, síðan hon vann ikki færri enn fimm gullheiðursmerki á Oyggjaleikunum í Gotlandi og gjørdist ein av størstu føroysku oyggjaleikasøgunum tað summarið. Nú er tíðin komin at stilla siktið og gera eina nýggja roynd.

 - Eg haldi, at eg tók meg bara saman. Tað er nú. Um tað skal vera aftur, so er tað nú, tí nú eru tað altso átta ár síðan, sigur Anja Eynudóttir, sum venur í Vágaskoti í Miðvági.

 - So eg byrjaði innandura í vetur, og tað var ordiliga deiligt.

 

Aftur eftir langan steðg

Hon hevur næstan ikki nomið bogan síðan Gotland, og umstøðurnar til venjing eru ikki eins góðar nú, og tær vóru tá. 

Nógvir tímar skulu til - helst tríggir til hvørja venjing - og hóast hon hevur vunnið føroyameistaraheitið í vetur, vil hon ikki seta sær ov høg mál til Oyggjaleikirnar.

 - Tað er ordiliga stuttligt, men at skjóta uttandura er nakað heilt annað, sigur hon. 

 - Vit skjóta her á vøllinum, og eg royni at venja tað, eg kann, men í mun til síðst eg var við, havi eg ikki møguleikan at venja líka nógv. Eg havi fingið børn og alt tað, sigur Anja Eydnudóttir.

Hon skjýtur compound og skal kappast í fimm greinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327