U21-bronsuvenjari: Tekur tíð at gerast A-landsliðsspælari

U21-bronsuvenjari: Tekur tíð at gerast A-landsliðsspælari
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og "Sasha" Lakoc eru longu í A-landsliðshópinum, men hjá øðrum tekur tað tíð at koma í A-hópin, sigur Djóni G. Joensen, venjari hjá U21-landsliðnum
03.07.2025 - 10:34

Tað tekur tíð at gerast klárur til A-landsliðshondbólt, sigur venjarin hjá U21-hondbóltslandsliðnum við monnum, sum farna sunnudag tryggjaði sær HM-bronsu við sigri á Svøríki í Póllandi.

Tríggjar av U21-stjørnunum eru longu fastur partur av A-landsliðshópinum. Óli Mittún mann teljast millum teir allarbestu ungu álopsspælararnar í heiminum longu nú, meðan Ísak Vedelsbøl og Aleksandar "Sasha" Lacok spæla yrkishondbólt uttanlands.

Og hóast Djóni Gaard Joensen væntar sær nógv av hinum U21-spælarunum næstu árini, ávarar hann ímóti at vera ov ótolin.

 


Niklas Gaard í álopsroynd í fjórðingsfinaluni ímóti Slovenia, og Høgni Højsted fylgir spentur við. Hart arbeiði krevst hjá hesum báðum og U21-liðfeløgunum, skulu teir spæla seg upp á A-landsliðið, sigur Djóni Gaard Joensen. (IHF/Kolektiff/Anze Malovrh)

 

 - Nú eru tríggir av teimum longu á A-landsliðnum, og eg trúgvi, at tað er pláss fyri onkrum afturat, sum árini ganga, men tað tekur tíð at gerast klárur til A-landsliðið, sigur venjarin, sum hevur staðið á odda fyri U21-landsliðnum frá byrjan saman við Hjalta Mohr Jacobsen.

 - Her spælir tú bert ímóti tínum egna aldursbólki, so allir eru nøkulunda javnir fysiskt, men tað er ikki bara bara at skula upp at spæla ímóti 30 ára gomlum monnum, sum kanska eru átta til 10 ár frammanfyri fysiskt. So mann skal ikki vænta, at eini fimm av teimum bara verða blakaðir inn á A-landsliðið næsta árið. Tað vildi verið skeivt. Um nøkur ár, um tíðin er røtt, og spælararnir eru heldigir á leiðini, vænti eg, at summir av teimum kunnu koma á A-landsliðið, sigur venjarin.

 

Skulu uttanlands - hava ikki skund

U21-landsliðshópurin er fullur av spælarum, sum taka hondbóltin í fullum álvara og venja hart. Síðstu árini hava nærum allir spælararnir á A-landsliðnum spælt yrkishondbólt uttanlands, og skulu mansunglingarnir gera sær vónir um at bjóða teimum av, verða teir noyddir at gera tað sama.

Tað væntar Djóni Gaard Joensen eisini, at fleiri fara at gera, men hann heldur ikki, at allir neyðturrviliga skulu skunda sær ov nógv.

 


Óli Mittún er telist longu millum bestu ungu hondbóltsspælararnar í heiminum, men Djóni Gaard Joensen heldur, at fleiri á U21-landsliðnum kunnu gerast yrkisspælarar næstu árini. (Images: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

 

 - Næsta stigið er, at allir skulu leggja eitt lag afturat fysiskt. Tað fara teir at fáa tíð til at gera her í Føroyum. Eg haldi, at allir hava øgiliga gott av at vera eitt ár afturat í Føroyum, har teir fáa tíð og álit at menna seg bæði fysiskt og mentalt, tí tað er ikki lætt at fara útum landoddarnar at spæla, sigur bronsuvenjarin.

 - So tað, at teir fara at passa sína venjing í enn eitt ár og leggja eitt lag á afturat, fer at gera, at teir vera betri brýndir til at fara av landinum um eitt ár ella tvey, sum eg inniliga hopi, at onkrir av teimum fara, segði Djóni Gaard Joensen í 3-2 týskvøldið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232