Oyggjaleikir settir: Oddvør og Róland á odda undir sólini

Oyggjaleikir settir: Oddvør og Róland á odda undir sólini
Róland Toftum og Oddvør Alberta Kimsdóttir gingu á odda fyri føroyska hópinum, tá Anna prinsessa setti oyggjaleikirnar undir orknoysku sólini leygardagin seinnapart
12.07.2025 - 21:22

Róland Toftum bar Merkið og Oddvør Alberta Kimsdóttir føroyska vatnið, tá Anna prinsessa av Stórabretlandi setti oyggjaleikirnar á Orknoyggjum seinnapartin leygardagin.

Sólin skein av heiðum himni, tá tey á leið 2000 ítróttafólkini úr tilsamans 24 oyggjasamfeløgunum marsjeraðu av Bignold Park og oman ígjøgnum Kirkwall.

 - Tað er ein stórur heiður, tað vil eg siga, segði ein errin Róland Toftum, sum hesa ferð er við sum venjari hjá teimum mongu svimjarunum.

 - Tað var ordiliga stuttligt. Fólk heppaði uppá okkum og tóku myndir, segði 13 ára gamli fimleikarin, Oddvør Alberta Kimsdóttir, sum er við á leikunum fyri fyrstu ferð.

Nógv fólk vóru komin at heilsa upp á tey mongu ítróttafólkini - góð 70 av teimum føroyskir íðkarar - og tey stóðu framvið vegnum í dýrdarveðrinum, sum hevur verið á Orknoyggjum síðstu dagarnar.

Í morgin byrja kappingarnar. Føroyar kappast um heiðursmerki í triathlon og í 10.000 metra renning.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542