Drúgv finala endaði við føroyskum vónbroti

Drúgv finala endaði við føroyskum vónbroti
Badmintonliðið mátti taka til takkar við silvurinum, tá drúgv finala ímóti Grønlandi endaði við tapi í tvímansleiki við monnum. - Hetta sokkar, staðfesti Rúni Øster
Dánial Olsen
Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen taptu 2-0 í fimta og avgerandi dystinum ímóti Grønlani
15.07.2025 - 08:53

Føroyska badmintonliðið mátti taka til takkar við silvuri, tá drúgva og spennandi finalan ímóti Grønlandi endaði við 3-2 tapi mánakvøldið.

Spælt verður best av fimm, og liðini høvdu vunnið tveir dyst í part, tá Magnus Dal-Christiansenog Rúni Øster fóru á vøllin til tvímansleikin.

Vónirnar í føroyska hópinum vóru helst góðar, tí teir báðir eru góðir og royndir spælarar, men tað gekk ikki eftir vild. Grønlendsku menninir vunnu fyrsta sett lutfalsliga sannførandi, men í øðrum setti fóru føroyingarnir framum frá byrjan.

Grønland vildi kortini ikki sleppa, og vunnu til endans 23-21 eftir ein misbrúktan føroyskan settbólt.

 - Hetta er heilt forferdiligt, segði Rúni Øster eftir dystin.

 - Tú kemur fyri at vinna gullið, og so akkurát ikki fáa tað. Vit hava ein settbólt har, sum skuldi niður í gólvið. Vit fáa hannikki  niður í gólvið, og so endar tað 23-21. Hetta er ikki skeg.

Føroyar og Grønland spældu eisini finalu á leikunum í Guernsey fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina vann Føroyar, men hesa ferð fekk Grønland revansju.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891