Søguliga gullið kemur ikki av ongum

Søguliga gullið kemur ikki av ongum
- Vit hava vant nógv og tað liggja nógvir kilometrar aftanfyri hetta, sigur Julian Gregersen, sum saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð vann gull í hálvmaraton
Tróndur Arge
F.v: Rógvi Kárason, Julian Gregersen og Neli Heldarskarð
18.07.2025 - 19:47

Føroyar hava í dag vunnið gull í liðkappingini í hálvmaraton, og samstundis vann Julian Gregersen bronsu. Hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar fáa gull á langteini og fyrstu ferð at Føroyar vinna gull í liðkappingini.

Fyrstur um málstrikuna var Julian Gregersen. Hann hevur í ár sett fleiri nýggj met og er væl fyri. So væl fyri, at hann kláraði at renna 5000 metrar renningina í gjárkvøldið, og blíva nummar trý í hálvmaraton í morgun.

 - Eg havi lagt nógvar kilometrar í hetta, so eg eri væl fyri. Eg føldi eisini, at tað gekk væl í undanbrekkunum. Tá slepti eg bara hondbremsuni, sigur Julian Gregersen.

Rógvi Kárason kom á mál sum nummar fimm. Tað var nokk til at tryggja gullið, men Neli Heldarskarð gjørdi snilt í at koma á mál beint uttanfyri topp tíggju. Hann bleiv nummar 12. Hevði staðið á jøvnum millum Føroyar og Gozo, sum bjóðaði av, so hevði plaseringin hjá Nela verið avgerandi.

Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð vóru allir væl nøgdir við síni avrik í morgun. Kendi føroyski rennarin, Hallur Holm, var til staðar við vatnborðið og sigur við Kringvarpið, at hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar vinna eina gull á langteini á oyggjaleikunum.

Í stafettunum vunnu Føroyar silvur í 4x400 metrar hjá monnum og bronsu í 4x400 metrar hjá kvinnum. Í báðum førum vóru rennararnir fegnir um at fáa sítt heiðursmerki. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337