500 skótar á Brekkulegu

500 skótar á Brekkulegu
- Her er bæði loyvi at vera vanligur og ein originalur, sigur Jørmund Foldbo, nú tað aftur er altjóða skótalega í Leirvík
01.08.2025 - 19:24

Áleið 500 skótar hava gjørt innrás í Leirvík, nú sonevnda Brekkulegan er á skránni - 42 ár eftir, at hon var hildin fyri fyrstuferð.

Fólk frá 16 ymiskum londum eru komin til Føroya. 

Altjóða skótalegan er í Leirvík frá 31. juli til 5. august 2025. 

- Endamálið er bæði at skapa vinarbond og at varpa ljós á føroysku skótarørsluna, sigur Halbjørg Mørch Christiansen, sum er leguovasti. 

Tann fyrsta Brekkulegan var í 1983 - og verður lýst sum heilt serstøk. 

Ein, sum var við tá, er Jørmund Foldbo, sum tá var 21 ára gamal. 

- Her er bæði loyvi at vera vanligur og ein originalur, sigur hann, nú hann luttekur fyri aðruferð. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923