Áarføri førdi til skitið vatn í Sandagerði

Áarføri førdi til skitið vatn í Sandagerði
Men nýggjar kanningar vísa, at vatnið í Sandagerði aftur er trygt at svimja í.
15.08.2025 - 19:21

Í síðstu viku vístu vatnkanningar, at ov nógvar bakteriur vóru í vatninum í Sandagerði og í Sandá. Kanningarnar staðfestu bæði E. coli og enterokokkar, sum eru bakteriur í langanum hjá súgdjórum. Úrslitið førdi til reyð fløgg og at Tórshavnar Kommuna ráddi borgarum til at vísa serligan ans. 

Kanningarnar vóru gjørdar hósdagin 7. august, stutt eftir, at serliga nógv regn hevði verið. Hetta áarførið førdi til, at ov nógvar bakteriur vóru funnar á fleiri støðum, har fólk plaga at dippa.

Nú eru nýggjar kanningar gjørdar, og úrslitið: Grøn fløgg og vatngóðskan er góð aftur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610