- Vit fáa ikki mammu okkara aftur 

- Vit fáa ikki mammu okkara aftur 
Tríggjar mánaðir eftir, at mamma teirra gjørdist sjúk, doyði hon av krabbameini í heilanum. Hon bleiv ikki tikin í nóg stóran álvara, halda børnini, sum sita eftir
09.09.2025 - 19:41

 - Vit fáa ikki mammu okkara aftur. Hon doyði av hesum her. Vit vinna einki annað enn, at tað kanska ikki hendir fyri nakran annan. 

Soleiðis fortelja Jeanett H. Djurhuus og Kenneth Hovgaard, sum fyri stuttum mistu mammu sína eftir stutta sjúkralegu.

Tríggjar mánaðir eftir, at Jonna Djurhuus gjørdist sjúk, doyði hon av krabbameini í heilanum. Vit kenna ikki, at hon var tikini álvara av heilsuverkinum - og vit vilja ikki, at hetta hendir fyri nakran annan, siga børnini, sum nú sita eftir. 

Mamma teirra fór til sjey ymsar læknar, áðrenn tað bleiv staðfest, at hon var álvarsliga sjúk, fortelja tey. Hvørki hon ella vit vórðu hoyrd, sigur Jeanett H. Djurhuus.

Hon ásannar samstundis, at mamman sannlíkt var ov sjúk til at veruliga gerast frísk, men tey høvdu kortini ynskt eina meira virðiliga viðferð í heílsuverkinum, fortelur hon. 

Fleiri klagur um viðgerðir

Alt fleiri klaga um viðgerð í føroyska heilsuverkinum, vísa nýggj tøl frá Landslæknanum. Skal ein klaga sendast um sjúkraviðgerð, so skulu føroyingar senda hana til Lændslæknan, sum so fer víðari til Styrelsen for Patientklager, sum ger av, um málið skal takast upp ella vísast aftur. 

Millum teirra, sum hava kært í nýggjari tíð, eru børnini hjá Jonnu Djurhuus. Nakað, sum tey gjørdu saman við mammuni, áðrenn hon andaðist í Danmark. - Hon var øgiliga avgjørd um, at hetta mátti ikki henda fyri nakran annan, fortelja Jeanett H. Djurhuus og Kenneth Hovgaard. 

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagið, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, bar seg undan at vera gestur í sjónvarpsstovuni, tí skotbráið var ov stutt. Hann er tøkur at gera viðmerking hósdagin. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423