Svimjiárið byrjaði við HS Open

Svimjiárið byrjaði við HS Open
FM, EMS og NM eru stóru málini hjá føroysku svimjarunum, sum settu hol á kappingarveturin til HS Open um vikuskiftið. Í huganum liggja oyggjaleikirnir í 2027 eisini
07.10.2025 - 11:15

Føroysku svimjararnir kavaðu úti nýggja svimjiárið, tá HS Open var í Havn um vikuskiftið,

Á hyljarkantinum hjá Havnar Svimjifelag stóð Jón Hestoy á odda. Hann fekk tilboð um at gerast venjari í februar, og nú fyrstu heila sesongin er byrjað, hevur hann góðar vónir.

 - Hetta er fyrsta seongin, sum eg ordiliga kann seta fingramerki á, og tað hevur verið fantastiska stuttligt. Vit hava eitt fantastiskt spenn av svimjarum frá fyrireikingarliðnum og upp til fyrsta, annað, triðja og fjórða lið, og vit eru omanfyri 50 svimjarar, so potentialið er óendaligt her, segði Jón Hestoy.

Hvat kanst tú geva Havnar Svimjifelag?

 - Eg var líka við at siga; spyr aftur um tvey ár, smíltist Jón Hestoy. 

Tí hóast føroyameistaraheitini, norðurlandameistaraheitini og evropameistaraheitini á stuttgeil teljast millum málini í vetur, tykist eingin ivi vera um, at føroysk svimjing yvirhøvur hevur oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 rættiliga frammaliga í huga.

 - Um tú fert yvir til talvuna hjá okkum, so sært tú ovast, at tað stendur, at tað eru 600-og-nakrir dagar til oyggjaleikirnar. Vit arbeiða fram ímóti at skapa eitt homogent lið. Vit hava havt problem við at onkrir árgagnir ikki hava verið uppfyltir, vit hava havt ov fáar gentur. Vit vilja skapa eitt samanhangandi lið, sum er sjálvssupplerandi, og so vilja vit sjálvandi, at allir svimjararnir fobetra seg, sigur Jón Hestoy.

Ægir-venjarin, Petur Heðin á Fløtti, ræður eisini yvir einum spennandi, sum í stóran mun eisini lítur fram ímóti føroysku oyggjaleikunum um tvey ár.

 - Eg havi tosað við svimjararnar, og teir hava sjálvandi hvør síni mál, men eitt sum melur nokkso frammaliga eru oyggjaleikirnir um tvey ár herbeint, so tað er eitt nokkso stórt mál, segði Petur Heðin á Fløtti.

Í Susvim er Jón Bjarnason aftur venjari fyri fyrstu ferð í átta ár.

 - Tú vart við til at byrja nakað, og so er tað synd at síggja, at tað kanska dettur niðurfyri, sigur venjarin, sum hjálpti Páli Joensen at røkka OL-stigi fyri skjótt 15 árum síðan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337