Yrkisspælarar uttanlands: - Tað er verðins besta arbeið

Yrkisspælarar uttanlands: - Tað er verðins besta arbeið
Gongdin tykist vera vend, og alsamt fleiri føroyskir fótbóltsspælarar leita nú aftur uttanlands at spæla yrkisfótbólt. - Tað er verðins besta arbeið, sigur Hanus Sørensen
12.10.2025 - 13:13

Meðan ein hondbóltsspælari fyri og annar eftir hevur leitað sær uttanlands at spæla yrkishondbólt síðstu árini, var gongdin í fótbólti ikki hin sama.

Tað var langt ímillum teir, sum stóðu seg væl - fleiri vóru illa plágaðir av skaðum - og fleiri komu skjótt heimaftur til tryggu rammurnar í føroysku kappingini. 

Nú tykist vend vera komin í. Av teimum, sum vórðu tiknir út til A-landsliðið til undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Kekkia, eru 11 teirra yrkisspælarar uttanlands. Harumframt spæla fimm í U21-landsliðshópinum hesaferð í feløgum uttanfyri landoddarnar.

 

 
Av teimum, sum vórðu tiknir út til A- og U21-landsliðini hesa ferð, eru 16, sum spæla fótbólt uttanlands. (grafikkur: Høgni Egholm Magnussen)

 

Fleiri standa seg eisini væl í løtuni. Mattias H. Lamhauge hevur vunnið sær fast pláss í málinum hjá FC Fredericia í bestu deildini í Danmark, Andrias Edmundsson er eisini fastur maður hjá Wisla Plock, sum hevur fingið eina góðar byrjan og liggur á 5. plássi í bestu pólsku deildini eftir uppflytingina í summar, og Gunnar Vatnhamar hevur júst vunnið íslendska meistaraheitið fyri aðru ferð.

 

Adrian og Hanus satsa

Adrian Justinussen hevur í longri tíð spælt væl í Hillerød í næstbestu donsku deildini, har hann hevur skotið eitt gott mál fyri og annað eftir. Tað hevur givið honum eitt skifti til Horsens, sum gamaní liggur eitt sindur longri niðri á stigatalvuni, men sum hevur stórar ambitiónir og størri fíggjarorku enn Hillerød. Hann ivast ikki í, at tað kemur bæði honum og landsliðnum til góðar, at hann - og fleiri við honum - eru fulltíðar yrkisspælarar uttanlands.

 - Tað hjálpir væl, at tú ikki hevur nakað við síðuna av, so tú hvílir eitt sindur meir. Tí, sum eg sigi, eru dystirnir strævnir, men kroppurin kemur fyri seg, tá tú sleppir undan at arbeiða afturat fótbólti, sigur Adrian Justinussen, sum ikki angrar, at hann royndi seg uttanlands.

Tað ger Hanus Sørensen heldur ikki, hóast hann hevur skift NK Celje í bestu slovensku deildini út við eitt minni felag í næstbestu deildini í eini roynd at fáa spælitíð.

 - Eg royni at gera tað, so gott sum eg kann. Tað gekk ikki í Celje, og nú eri eg í Triklav, og har gongur tað heilt væl hjá mær, sigur Hanus Sørensen, sum skeyt mál beint fyri landsliðssteðgin.

 - Tað er kanska ikki akkurát tað stigið, sum eg haldi, at eg skal spæla á, men eg royni at vera tann besti, har eg eri, og so má eg venja tað eyka, sum eg ikki fái í venjingum og dystum, sigur fyrrverandi HB-spælarin, sum kallar fótbólt fyri "verðins besta arbeið".

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. november
Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir
200083
Týsdag 18. november
Morgunlestur týsdagur 18.november 2025
200059
Mánadag 17. november
Orðaval #26: Nýggj orð
200030
Mánadag 17. november
Hattar var hattar, nú koma keppar
200025
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. november
Veðrið
200113
Týsdag 18. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
200076
Mánadag 17. november
Góða mamma - teknmálstulkað
200064
Mánadag 17. november
Veðrið
200043