Óli: - Sorlaðir sundur allan dystin

Óli: - Sorlaðir sundur allan dystin
Óli Mittún fekk heiðurin sum dagsins spælari frá gestunum í sjónvarpsstovuni hjá KvF. Bakspælarin hevði stríðssár á hálsinum, og helt, at dómararnir loyvdu sveisarum nógv
16.01.2026 - 22:33

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk heiðurin sum dagsins spælari frá EHF, men í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum tóku Teitur Joensen og Rúni Joensen systkinabarnið Óla Mittún framum.

Kvirlivindurin í føroysku bakketuni var mestsum ógjørligur at steðga í løtum, og tað sást aftur á Óla Mittún, at hann hevði fingið harða viðferð. Føroyingarnir høvdu eisini hug at ilskast inn á linjuna hjá dómarunum onkra løtu.

 - Hetta var ein stuttligur dystur at spæla, má mann siga, frammanfyri so nógvum áskoðarum. Men mann má siga, at dómararnir lovaðu teimum rættuliga nógv til tíðir. Vit blivu so at siga sorlaðir sundur allan dystin, segði Óli Mittún.

Eftir at síða upp og síða niður hevur verið skrivað um økslina hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, var spælskiparin við frá byrjan, og hann og Óli Mittún funnu rætta frekvensin frá byrjan.

Føroyar fóru tí til hálvleiks tvey mál frammanfyri, og fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, struku Føroyar undan. Eitt skifti vóru heili seks mál á muni. Sveis kom kortini sterkt aftur, meðan føroyingarnir vórðu ørkymlaðir - ikki minst inn á turkiska dómaraparið, sum tók nakrar ivasamar avgerðir.

Men tá tað sá út til at Sveis skuldi fara avstað við øllum, bjargaði Pauli Jacobsen, áðrenn Vilhelm Poulsen kundi javna.

 - Eg hugsi, at tað er trok, men eg trúgvi ikki, at teir tora at døma ímóti okkum enn einaferð, segði Óli Mittún, sum eisini viðgekk, at fleiri av avgerandi støðunum vóru torførar at døma.

Eftir stendur, at fyrsta EM-stigið á hesum sinni er komið á bók, og kjansurin at fáa fleiri kemur ímóti Montenegro. Óli Mittún hevur havt trupulleikar við hælsinuni, men hann vissaði føroyingar um, at hann er á vøllinum sunnudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858