Sildarok í Fuglafirði

Sildarok í Fuglafirði
Uppsjóvarvirkið Pelagos hevur tikið ímóti sløkum 7.000 tonsum av sild higartil í ár. Á virkinum hava tey úr at gera, nú seinastu sildalastirnar verða landaðar
02.02.2026 - 19:14

Uppsjóvarvirkið Pelagos hevur úr at gera, nú seinastu sildalastirnar koma til høldar.

Higartil í ár hevur virkið tikið ímóti knøppum 7.000 tonsum av sild.

- Seinastu fimm dagarnir hava vit arbeitt út í eitt við sild, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos.

Uppsjóvarskipið Høgaberg, sum er millum uppsjóvarskipini, sum í hesum døgum fáa seinastu sildalastinar til høldar, landaði í dag.

- Vit hava landað eini 2.640 tons av sild, sigur Høgni Hansen, skipari á Høgabergi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486