Fagnaðurin 25: Rúni Øster skrivaði søgu á Oyggjaleikunum

Fagnaðurin 25: Rúni Øster skrivaði søgu á Oyggjaleikunum
Rúni Øster gjørdist fyrsti føroyski maðurin, sum hevur vunnið Oyggjaleikagullið í einmansleiki. - Tað er stórt í sær sjálvum og eitt stórt framstig fyri badminton í Føroyum
08.02.2026 - 17:19

Tá síðsti bólturin fór í gólvið í finaluni ímóti grønlendska Toke Driefter, skrivaði Rúni Øster føroyska badmintonsøgu.

Við 2-1 sigrinum á Orknoyggjum gjørdist hann fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið finaluna í einmansleiki fyri menn á oyggjaleikum.

 - Eg visti tað ikki fyrr enn aftaná. Tað er fantastiskt í sær sjálvum og eitt stórt framstig fyri badminton í Føroyum, at vit endiliga hava stemplað okkum inn har í einmansleikinum. Tað eri eg ordiliga glaður fyri at kunna gera, sigur Rúni Øster eitt hálvt ár seinni.

SÍ EISINI: Rørdur Rúni Øster skrivaði søgu

 Oyggjaleikirnir vóru ein staðfesting av framgongdini í føroyskum badminton. Teir bestu spælararnir hava tikið seg fram í Danmark síðsta árið; ikki minst Rúni Øster, sum hevur spælt seg upp í bestu deildina og í løtuni er á venjingarlegu saman við italska landsliðnum.

 - Tað verður ordiliga spennandi. Miksmakkarin hjá mær og eg hava eisini sett okkum sum mál at spæla okkum til EM í 2027, fortelur Rúni Øster.

 

Ognaði Benjamini sigurin

Á oyggjaleikunum hevði Rúni Øster longu vunnið gull í tvímansleiki saman við Magnusi Dal-Christiansen og í blandaðum tvímansleiki saman við Miriam í Grótinum, og kenslurnar sótu uttaná, tá hann fór avstað við triðja gullinum.

Tað komst ikki bert av søguliga avrikinum. Rúni Øster hevði nevniliga lovað vinmanninum og fyrrverandi venjaranum, Benjamini Gunnarstein, sum um tað mundið var álvarsliga sjúkur av krabbameini, at hann skuldi vinna øll trý gullmerkini.

Tá tað eydnaðist, ognaði hann Benjamini sigurin. 

 -  Hann var ikki bara ein venjari fyri meg. Hann var eisini ein fyrimynd, ein eg sá upp til. At kunna geva honum tað, hann hevði uppiborið, tað eri eg glaður fyri, áðrenn hann fór frá okkum.

Benjamin Gunnarstein andaðist nakrar mánaðir seinni.

 

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040