Brúk fyri sambandsrødd á fólkatingi

Brúk fyri sambandsrødd á fólkatingi
- Vit hava brúk fyri einari rødd á fólkatingi, sum tosar ríkisfelagsskapin upp. Tað segði Anna Falkenberg, valevni fyri Sambandsflokkin, tá Kringvarpið hitti hana fyrr í dag
24.03.2026 - 21:24

 - Tað verður ein krossur til dóttrina, tað verður tað.

Tað segði Benny Falkenberg, tá hann var á valdi saman við dóttrini, Annu Falkenberg, sum er toppkandidatur hjá Sambandsflokkinum til fólkatingið.

 - Kenslan er góð, staðfesti Anna Falkenberg, tá ið hon var útafturkomin úr valklivanum.

 - Tað hevur verið eitt langt valstríð - tvey í einum - men vit hava gjørt ein góðan innstats sum flokkur, og vit hava havt ein øgiliga greiðan politikk, segði Anna Falkenberg.

Hon hevði ikki fult álit á annars góðu veljarakanningunum, og staðfesti, at tað er altíð verri at vinna aðru ferð.

 - Tað er brúk fyri eini rødd á fólkatingi, sum tosar ríkisfelagsskapin upp og vil nakrar reellar broytingar innanfyri tað ríkið, sum mann vil hava, segði Anna Falkenberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985