Sjúrður fekk friðarkaku - illsinnisglepsið var taktikkur

Sjúrður fekk friðarkaku - illsinnisglepsið var taktikkur
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, loysti av í sendingini Tinggáttin í gjárkvøldið, og Kringvarpið fekk eisini av at vita. Vit fóru tí framvið hjá Sjúrði í dag at slætta sjógv
24.03.2026 - 21:09

Sjúrður Skaale var als ikki nøgdur við Kringvarpið í sendingini Tinggáttin í gjárkvøldið.

Hann gav miðlinum av at vita fyri at bera føroyingum tíðindi um flottu veljarakanningina, sum gav honum suverent pláss á Fólkatingi, tí tað sambært honum kundi fáa fólk at setast aftur ella velja onkran annan.

 - Tí fór Tróndur Vatnhamar inn á gólvið hjá Javnaðarflokkinum at slætta sjógv og við sær hevði hann eina friðarkaku.

Søtu bitarnir komu eyðsæð væl við, tí Sjúrður Skaale viðgekk at partur av "vreiðini og illsinnisglepsinum var taktiskt. 70 prosent. 30 prosent var reelt", segði toppkandidaturin hjá Javnaðarflokkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435