Jóhan Dávur: "Mann má bara velja onkran, tí alt er líka høpisleyst"

Jóhan Dávur: "Mann má bara velja onkran, tí alt er líka høpisleyst"
"Tey snakka so skítbýtt, tá tey agitera. Tey tosa um hús. Blakið ferðafólkini úr húsunum og byggið hotell, so loysir trupulleikin seg sjálvan," heldur bóndin í Gásadali
Jakob Jørgensen
Jóhan Dávur Joensen, bóndi í Gásadali
26.03.2026 - 17:30

Jóhan Dávur Joensen, bóndi í Gásadali, var tíðliga og valdi í dag. 

"Tað er fyri at fáa dagin at røkka. Tá ið tú ert bóndi, so er altíð okkurt at gera. Tú hevur ongantíð frí."

Jóhan Dávur hevði ikki nógv gott at bera uppstillaðu politikarunum. 

"Mann má bara velja onkran, tí alt er líka høpisleyst," staðfesti hann sogliga. 

Hann umhugsaði at velja lokalt, men tað hevur minni at siga, enn at fólk hava nakað skilagott upp á hjarta.

"Tey snakka so skítbýtt, tá ið tey agitera. Tey tosa um hús. Blakið ferðafólkini úr húsunum og byggið hotell, so loysir trupulleikin seg sjálvan," heldur Jóhan Dávur, bóndi í Gásadali.

Hann heldur ikki, at bøndur eiga nakran góðan í politisku skipanini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025