André Olsen: Skulu arbeiða okkum burtur úr mótgongdini

André Olsen: Skulu arbeiða okkum burtur úr mótgongdini
Tað kann ikki bara ganga gott í fótbólti, sigur André Olsen, sum trýr upp á, at HB fer at arbeiða seg burturúr mótgongdini, sum versnaði eftir tapið fyri KÍ sunnudagin
26.04.2026 - 22:11

HB fer at arbeiða seg burturúr mótgongdini, sum liðið upplivir í løtuni.

Tað sigur venjarin, André Olsen, eftir 2-0 tapið fyri KÍ í stórdystinum í Gundadali sunnudagin. Hetta er triði HB-ósigurin í Meistaradeildini higartil, og stórliðið er í vanda fyri at missa sambandi við oddin.

 - At tú tapir ein dyst, ella at tingini ikki ganga beint uppeftir alla tíðina er ein partur av fótbólti og lívinum, og tað, sum tað snýr seg um tá, er at arbeiða seg burturúr tí, og tað veit eg, at vit fara at klára, segði André Olsen.

André Olsen iðraði seg serliga um fyrra hálvleiki í Gundadali, har Filip Brattbakk og Oussama Ali skoraðu málini fyri KÍ. HB-venjarin var yvirhøvur betur nøgdur við avrikið eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at skora og hótta klaksvíkingar.

Úrslitið hevur við sær, at HB nú er sjey stig aftanfyri NSÍ, sum er fremst í Meistaradeildini við 17 stigum. KÍ og B36 hava bæði 15 stig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329