- Tíðindi, mentan og ítróttur
Cruiseferðavinnan leggur eisini pening eftir seg
Runavíkar kommunu hevur ment eina vøru í cruisevinnuni, har fleiri av bygdunum í kommununi skipa fyri øðrvísi upplivingum fyri ferðafólk, og sum ferðafólkini fegin vilja rinda fyri.
- Tey staðbundnu standa saman um hetta, og tey fáa eisini løn afturfyri, sigur Rannvá Troest, cruisemennari í Port of Runavík.
88 ferðafólk vóru við Ocean Explorer, sum var á Funningi fyrradagin. Dagin fyri høvdu tey verið í Havn.
Ferðafólkini vóru sera væl nøgd við upplivilsi í Funningi.
Í fleiri ár eru nógv tey flestu cruise-skipini komin til Havnar, men nú er støðan broytt og helvtin av teimum umleið 75 skipunum, sum koma til Føroyar í summar, fara aðrastaðni enn til Havnar. Tilsamans steðga tey meira enn hundrað dagar í Føroyum í ár.
Meir pengar í aðrari ferðavinnu
Fleiri fyritøkur vinna væl burturúr cruisevinnuni, men tað kemur tó ikki upp á tær upphæddirnar, sum restin av ferðavinnuni gevur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
Møguleikar eru tó at fáa enn meir burturúr ferðafólkaskipunum, heldur Magni Mouritsen, formaður í Cruise Faroe Islands.
Í fjør hevði føroyska ferðavinnan 1,4 milliardir í umsetningi.
Stjórin í Visit Faroe Island hevur áður sagt, at vit eiga ikki at gera so nógv við cruiseferðavinna, tí hon leggur ikki so nógv eftir seg í mun til talið av ferðafólkum. Heldur eiga vit at gera meira við aðra ferðavinnu, sigur hon.
34.000 ferðafólk
Í fjør vitjaðu 74 ferðamannaskip í Føroyum. Tilsamans vóru næstan 34.000 ferðafólk við teimum.
Í ár verður væntað, at talið av skipum verður umleið tað sama, men at dagarnir tey steðga, verða nakað fleiri, nakað omanfyri hundrað.
Í fjør vitjaðu tilsamans 60.000 gestir við Norrønu og ferðamannaskipum.



























