Lea einaráðandi á stuttu teinunum

Lea einaráðandi á stuttu teinunum
Lea Osberg Højsted ræður á styttru teinunum hjá kvinnum. Skjóti svimjarin úr Ægi vann seks gullmerki til føroyameistarakappingina á langgeil í Havn
08.06.2026 - 13:10

Sama um teinurin er 50, 100 ella 200 metrar. Sama um greinin er bringa ella frí.

Úrslitið er gull til Leu Osberg Højsted úr Ægi. Ella tað var tað í hvussu er til føroyameistarakappingina á langgeil, sum var í Havn um vikuskiftið.

 - Alt var ikki akkurát, sum tað skuldi, men eg kann bara vera nøgd, segði svimjarin eftir seinastu kappingarnar sunnudagin.

Lea Osberg Højsted telist millum evnaríku svimjararnar í Føroyum, og seinastu árini hevur hon sett eitt met fyri og annað eftir í bringusvimjing. Júst tað eydnaðist ikki hesa ferð.

 - Eitt sindur, skuffandi, men tú kanst ikki altíð seta met. Eg ætlaði mær kanska at koma undir bestu tíð í bringu, men hetta er eisini ein venjing til EJM, sum er um ein mánað, so tað verður spennandi, um eg klári at toppa tá, segði Ægir-svimjarin.

Hon stóð seg væl í frísvimjingini og var eisini við til at seta føroyskt met í miksstafettini í 4x100 metur frí saman við Johannu Ólavsdóttir, Heina Mohr Askham og Líggjasi Joensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744