Føroyskt fyri tilflytarar í vanda

Føroyskt fyri tilflytarar í vanda
Óskipað viðurskifti fyri undirvísarar í føroyskum sum annaðmál kunnu hava keðiligar avleiðingar fyri fakøkið. Tað stúrir Elisabeth Holm, sum granskar á økinum, fyri
30.06.2026 - 19:26

Fleiri og fleiri tilflytarar koma til landið, og við tí er tørvurin á útbúnum lærarum at undirvísa teimum vaksandi. 

Tað sigur Elisabeth Holm, granskari í føroyskum sum annaðmál. 

Men sum er, hava óskipaðar umstøður ført til, at lærarar við útbúgving í føroyskum sum annaðmál hava sagt seg úr starvi.

 

Gondin er skeiv

Hetta er ein skeiv gongd, heldur Elisabeth Holm.

- Talan er um eitt nýtt fak og granskingarøki, og er tað nakað, mann átti at gjørt, so er tað at hjúkla um hesar lærarar, sum hava nomið sær hesa útbúgvingina. 

Trupulleikin fyri nakrar lærarar hevur seinastu tvey árini verið, at hesir lærarar hava arbeitt undir sáttmála fyri miðnámsskúlalærarar. Einum sáttmála, sum í løtuni ikki er skipaður eftir arbeiðsdegnum hjá FSA-læraraum, sum ikki undirvísa minámsskúlalærarum, men vaksnum tilflytarum. 

 

Eingin loysn funnin

Yrkisfelagið Miðnám hevur saman við Undirvísingarstýrinum og Fíggjarmálaráðnum roynt at funnið eina loysn. Hetta er tó ikki eydnast enn, hóast tvey ár eru liðin. 

Elisabeth Holm skilir væl, at hetta er torført:

- Tú kanst ikki kroysta hesa FSA-skipanina fyri vaksin inn í ein karm, sum hóskar júst til miðámsøkið, og at blanda tey saman, er blivið ein verri fløkja.

 

Trupulleikin er støðið

Millum annað vísir tað seg at vera trupult at skipa tímar til fyrireiking og lønarkarm fyri FSA-lærararnar í sáttmálanum, tá hesir lærarar ikki hava eina fullfíggjaða kandidatútbúgving. 

Tá ið útbúgving var boðin út á sinni, bleiv hon nevniliga nevnd ein diplomútbúgving á kandidatstøði. 

Hon hevur tí ikki somu ECTS-stig, sum ein fullfíggjað kandidatútbúgving hevur. 

 

Átti at verið gjørligt

Men at hetta skal skilja partarnar at, skilir Elisabeth Holm ikki. 

Og spurd um hon heldur, at FSA-lærarar áttu at verið javnsettir við kandidatar, tá tey ikki eru kandidatar, er svarið:

- Ja, tað er sum so á sama stigi, tað kundi mann avgjørt. Mann kundi so skilt millum lønarstigini, tá hesir lærarar ikki hava ein fullan kandidat. Tað verður til dømis gjørt frammanundan í akademikarasáttmálanum, sigur Elisabeth Holm.

 

Kann hava avleiðingar

Tað er ein óheppin gongd at lærarar siga seg úr starvi, og hetta kann eisini fáa avleiðingar framyvir, sigur Elisabeth Holm.

Fleiri og fleiri tilflytarar koma hvørt ár til landið, bæði børn og vaksin.

Tí hevur tørvurin aldri verið størri á útbúnum lærarum at læra málið frá sær sum nú, sigur Elisabeth Holm.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595