Tosar føroyskt akkurát sum einki

Tosar føroyskt akkurát sum einki
Gie Johannessen var ein av teimu fyrstu at taka føroyskt sum annaðmál fyri góðum tíggju árum síðani, og í dag tosar hon málið næstan raðið
30.06.2026 - 19:27

Í síðstu viku fingu fólk úr øllum heraðshornum, sum nú búgva í Føroyum, prógv í føroyskum sum annaðmál.

Gie Johannessen var ein av teimum fyrstu at taka hesa lærugreinina fyri góðum tíggju árum síðani, og í dag tosar hon málið raðið.

 

Kom til Føroya í 2014

Gie Johannessen flutti til Føroya úr Filipsoyggjunum fyri tólv árum síðani, og hon avgjørdi tá beinanvegin at fara í holt við at læra málið.

Sum ein av teimum fyrstu fór hon at læra seg føroyskt á kvøldskúlanum. Í 2014 teknaði hon seg aftur til undirvísingina, og bað tá mannin um bert at tosa við seg á føroyskum, og tað hjálpti nógv.

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið at vera partur av samfelagnum, og tað kemur við at skilja málið, segði hon í innslagi í Dagur og viku fríggjakvøldið.

 

 

Málið opnar hurðar

Hetta hevur tó als ikki verið lætt, sigur Gie Johannessen. Serliga hevur tað verið torført at benda orð, og so hevur tað heldur ikki verið heilt lætt at vita, nær kallkyn og kvennkyn eru rætt at brúka.

Men tað hevur verið tað vert, spyrt tú Gie Johannessen. Tí áðrenn hon dugdi málið, hevði hon ilt við at fáa arbeiði, henni dámdi, og í dag hevur hon lært málið so mikið væl, at hon starvast sum avloysari í socialpsykiatriini, og tað ger hon á jøvnum føti við aðrir starvsfelagar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576