Miðlastuðulslógin skal broytast

Miðlastuðulslógin skal broytast
Galdandi skipan við verkætlanarstuðli til privatar fjølmiðlar skal burtur, siga blaðstjórar, sum vilja aftur til gomlu skipanina
Fotografur: Bjarki Thomsen
14.08.2026 - 19:26

Galdandi verkætlanarstuðulin til privatar miðlar, sum hevur verið seinastu fýra árini, riggar ikki.

Tað siga privatu fjølmiðlarnir, Sosialurin, Dimmalætting, Portal.fo/FM1, Norðlýsið og Vágaportalurin.

Fyrrapartin í dag heittu teir á løgmann um at broyta galdandi lóg um miðlastuðul, nú freistin um at søkja verkætlanarstuðul er úti mánadagin.


Verkætlanarstuðulin fer í søguna

Skipanin um verkætlanarstuðul skal burtur, siga teir fimm privatu fjølmiðlarnir.

Við galdandi verkætlanarstuðlinum kunnu miðlarnir søkja um stuðul til einstakar verkætlanir, sum Miðlastuðulsnevndin skal góðkenna, áðrenn stuðul verður latin.

Sambært privatu fjølmiðlunum, eigur Miðlastuðulsnevndin ikki at gera av, hvat miðlastuðulin skal brúkast til, men skal ístaðin gera av, hvørjir miðlar skulu fáa stuðul.

Blaðstjórarnir vilja aftur til gamla miðlastuðulin, sum var áðrenn verkætlanarstuðulin. Tá fingu miðlarnir stuðul í samsvari við lønarútreiðslur.

Løgmaður sigur, at verkætlanarstuðulin fer í søguna, og at lógin um miðlastuðul verður endurskoðað.

 

Sí meira í innslagi í Degi og viku.
 

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, vitjaði eisini í sjónvarpsstovuni.

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF