Serskúli ikki ráð til leikur

Serskúli ikki ráð til leikur
Skúlin á Trøðni hevur fingið 100.000 krónur í gávu at keypa leikur til næmingarnar. Skúlin hevur ikki ráð at keypa neyðugt leikur, sigur skúlastjórin
24.08.2026 - 19:29

Í síðstu viku fekk Skúlin á Trøðni nógvar nýggjar leikur. Tað er Javni, sum hevur søkt Elsassfonden í Danmark um stuðul til skúlan, og tey valdu at stuðla við 100.000 krónum.

- Tey 71 børnini á Skúlanum á Trøðni og tey 20 í frítíðarskúlanum fáa stóra gleði av leikunum, sigur Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóri á Skúlanum á Trøðni.

Tað er Javni, sum metti, at skúlin hevði tørv á nýggjum leikum.

At stuðla einum skúla er ikki beinleiðis uppgávan hjá Javna, men felgið valdi kortini at gera tað, sigur Helena Jørmundsdóttir, forkvinan í Javna.

Skúlin á Trøðni metir seg ikki hava ráð á fíggjarætlanini fyri skúlan, at brúka pening til at keypa leikur.

Tað eru kommunurnar, ið rinda fyri útgerð til vanligu fólkaskúlarnar, men tá ið talan er um Skúlan á Trøðni, er tað landið, ið varðar av.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210