EM-fyrireiking: Royndu nýggjar spælarar á venjingarlegu

EM-fyrireiking: Royndu nýggjar spælarar á venjingarlegu
Fleiri nýggir spælarar vóru við í hópinum, tá hondbóltslandsliðið við kvinnum setti hol á EM-fyrireikingarnar við venjingarviku í Føroyum
02.10.2026 - 09:57

Fleiri spildur- ella hálvnýggir spælarar vóru við, tá føroysku hondbóltskvinnurnar av álvara fóru undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið í desember. Í síðstu viku vóru venjingar vóru í Havn, í Vági og á Eiði, og stórur dentur varð lagdur á samansjóðing.

Millum nýggjari spælararnar kunnu nevnast Gylta Djurhuus á Neystabø, sum longu hevur nakrar dystir á baki, og Silja Geirsdóttir Eystberg, Ró Reginsdóttir og Rakul Borgarlíð Joensen á baksplássunum.

Sára Berg á Lag og Christina Turiðardóttir Arge eru heilt nýggjar á vongplássunum, og á strikuni er Agatha Kjærbæk Djurhuus eisini mestsum spildurnýggj.

 - Vit hava eina kjarnu, sum ikki er við í eina tíð, og tí hava vit tørv á nøkrum nýggjum spælarum. Hendan samlingin hevur í stóran mun snú seg um, hvussu hópurin skal síggja út, tá vit spæla ímóti Eysturríki um ein mánaða, sigur Claus Mogensen venjari.

Venjarin er væl nøgdur við komandi venjingardystirnar - Eysturríki er á nøkulunda sama stigi sum Føroyar - og í november fáa kvinnurnar seg veruliga royndar, tá Danmark og Norra bjóða av í Golden League.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342