Vatnveitingin í Havnini er trygg

Vatnveitingin í Havnini er trygg
Danska hernaðarfregnartænastan hevur boðað frá øktum vanda fyri hybridálopum. Men leiðarin fyri vatnveitingini í Tórshavnar kommunu stúrir ikki fyri veitingini
29.09.2026 - 19:31

- Teldusníkar hava heilt sikkurt áhuga at spæla okkum eitt puss. Í sambandi við vatnveiting, so er stýringin av vatnverkinum á netinum. Tað vil siga, at ein hakkari kann potentielt koma inn og sløkkja tað.

Vatnveiting er at meta sum kritiskur infrastrukturur. Danska verjufregnartænastan metir, at vandi er fyri, at Russland fer at økja um talið av hybridálopum komandi tíðina. Og sambært felagsskapinum Danske vandværker hava 12 prosent av donskum vatnverkum verið álopin av teldusníkum.

Bjørn Holm er leiðari fyri vatnveitingina í Tórshavnar kommunu, og hann stúrir ikki fyri vatninum í høvuðsstaðarkommununi.

- Um teir koma inn, so kunnu teir sikkurt sløkkja tað eina løtu, men tað skal nógv til at koma inn. KT-trygdin er í fokus hjá kommununi. Har eru fólk, sum arbeiða burturav við, at tað skal vera so gott sum møguligt.


Bjørn Holm er leiðari fyri vatnveitingina í Tórshavnar kommunu (Mynd: Gestur Lómstein)

 


Um tað kortini eydnast

Og skuldi tað kortini eydnast teldusníkum at komið inn í stýrisskipanina, so er kommunan eisini fyrireikað.

- So kunnu vit kopla alt frá, allar stýringar og alt frá, og koyra anleggið manuelt. Ella kunnu vit kopla tað av netinum og brúka stýringarnar innanhýsis á vatnverkinum, men ikki á netinum.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541