- Heilsuverkið rúmar ikki øllum

- Heilsuverkið rúmar ikki øllum
- Vit hava trupult við at fáa fólk inn á psykiatrisku deild, sigur leiðarin á Herberginum, sum hartar eitt heilsuverk, ið ikki megnar at hjálpa misbrúkarum
16.10.2026 - 19:44

- Tað er øgiliga trupult at fáa fólk inn til eina virðiliga avrúsing inni á psykiatriskari deild. 

Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, eftir Leivur Halldórsson í sendingini, Leivur vil liva, støðugt endar í bíðistøðu, tá hann biðjur um hjálp. 

- Um tað er pláss fyri einum sum Leivi á psykiatrisku deild, tað loyvi eg mær at ivast í, leggur hann aftrat. 

Hann vísir samstundis á, at hetta ikki er eitt eindømi, men ein afturvendandi trupulleiki. Tí hartar hann eitt heilsuverk, sum ikki í nóg stóran mun megnar at hjálpa misnýtarum. 

Í sendingini síggja vit, at Leivur tvær ferðir fer inn á Psykiatriska depilin, har hann eftir ætlan skal avrúsast, men tað miseydnast. 

Martin Kúrberg heldur, at skipanin er brotin - og at misnýtarar skulu fáa sjálvstøðugt avrúsingartilboð. 

Farið var afturum sendingina 'Leivur vil liva' í Breddanum í dag. Tann parturin kann hoyrast her: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin. 

 

Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961