- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingahavn í forfalli
Føroyingahavn í forfalli
Tað er ikki meira enn rímuligt at føroyingar, sum tjentu nógvar pengar her, eisini rudda upp, halda fólk á gøtuni í Nuuk, 10 ár eftir at landsstýrið gav lyftið um at rudda
23.10.2026 - 19:23
Í fleiri áratíggju var Føroyingahavnin, seinni Nordafar, eitt vinnuligt kraftsentur á grønlendsku vestursíðuni, einar 50 kilometrar sunnanfyri Nuuk. Nordafar fór á húsagang í 1989, og eisini landsstýri misti nógvar milliónir.
Miðvingurin Kaj Hjalgrímson lá framvið og keypti støðina, men nøkur ár seinni fór "Handelsselskabet Færingehavn ApS", sum felagið hjá honum nevndist, í sjálvbodna likvidatión. Síðani tá hevur eingin hildið støðina við líka.
Meira um sama evni:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























