-Vit eiga at rudda upp í Føroyingahavnini

-Vit eiga at rudda upp í Føroyingahavnini
Tað sigur Jørmund Vágadal, stjóri í Nordafar frá 1982 til 1984. Her ber til at síggja longri samrøðu við Jørmund, umframt annað tilfar um Føroyingahavnina
Jørmund Vágadal, stjóri í Nordafar 1982-84
 
23.10.2026 - 17:22

Søgan um Føroyingahavnina røkkur 100 ár aftur í tíðina. Í 1920'inum fóru føroyskir fiskimenn at leita eftir nýggjum leiðum undir Grønlandi, og út frá hesum virksemi kom ein útgerðarstøð, sum seinni fekk navnið Føroyingahavnin. Ein góð náttúruhavn í Kangerluarsoruseq fjørðinum, umleið 50 kilometrar sunnan fyri Nuuk. Ein orsøk til hetta stigið var, at føroyingar høvdu ikki loyvi at fara inn í grønlendskar havnir at landa og virka. Danska yvirveldið í Grønlandi loyvdi tí ikki. 

Eftir seinna heimsbardaga øktist áhugin at fiska við Grønland. Burtur úr hesum kom ein nýggj fiskivinnuhavn, stutt frá Føroyingahavnini. Tað vóru normenn, danir og føroyingar, sum í 1953 stovnaðu A/S Nordafar. Henda nýggja havnin hevur síðani verið nevnd Føroyingahavnin, meðan gamla upprunahavnin longri inni á firðinum millum manna hevur borið heitið "Gamla Føroyingahavnin." 

Seinni fara normenn og danir burtur úr Nordafar, meðan føroyingar hildu fram á støðini. Virksemið minkaði fyrst í áttatiárunum, og í 1989 fór Nordafar A/S á húsagang. 

Vágamaðurin Jørmund Vágadal var stjóri í Nordafar, árini 1982-84. Í hesi samrøðuni greiðir hann frá síni tíð í Føroyingahavnini. Eisini sær hann myndirnar, sum vísa støðuna í dag. 

231026_NET_JORMUND

 

Longri samrøða við Jørmund Vágadal, stjóri í Nordafar 1982-84

 

 

Tvær frágreiðinginar eru gjørdar um Føroyingahavnina síðstu árini. Í  2018 skrivaði ein serfrøðingabólkur eitt tilmæli til landsstýrið um, hvat eigur at vera gjørt við Nordafar. Frágreiðingin er HER. 

Árið eftir, í 2019, gjørdi grønlendska tjóðsavnið eina frágreiðing, sum lýsir, hvørjum standi gomlu bygningarnir eru í. Frágreiðingin er HER.

Í 1997 gjørdi Sjónvarp Føroya eina sendirøð um føroyska virksemið í Grønlandi. Høgni Hoydal, sum tá arbeiddi sum journalistur í Sjónvarpinum, legði sendingarnar til rættis saman við Bjarnheðin í Hoyvík, fotografi.  

Tær fimm sendingarnar um Grønland eru at finna her: 

Dreymurin um Grønland (1:5)

Nýtt landnám (2:5) 

Føroyar í Grønlandi (3.5)

Kollvelting í oyðimørkini (4:5)

Hjálond og harrar (5:5)

Í 2019 vitjaði Kringvarpið aftur í Føroyingahavnini. Journalisturin Kári Mikkelsen og fotografurin Jens Jákup Hansen gjørdu hesa sendingina:

Føroyingahavnin - hvat nú?

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120