- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin: Vit valdu at satsa
NSÍ vildi fegið kappast um gullið longu í ár, men tað var ikki eitt krav.
Tá liðið kortini so líðandi spældi seg í eina góða støði í toppinum í Meistaradeildini, setti leiðslan ferðina upp.
- Vit vildu í hvussu er vera kappingarførir, men tá árið var hálvrunnið funnu vit útav, at vit kundu gera nakað, sum var størri enn tað, segði NSÍ-formaðurin Karsten Joensen eftir 1-1 javnleikin ímóti HB við Løkin, sum tryggjaði NSÍ sítt fyrsta FM-heitið síðan 2007.
- Vit valdu at satsa, og úrslitið síggja tit her í dag. Vit eru yvirglað, segði formaðurin.
Sigurdur Ragnar Eyjólfsson ella Siggi Raggi, sum íslendingar nevna hann, setti seg í NSÍ-venjarastólin í vetur, og uttan stórvegis hóvasták hevur hann stýrt runavíkingar til meistaraheitið. Enn er kortini ikki vist, at hann heldur fram næsta ár.
- Vit hava ein fínan dialog við Sigga, og vit seta okkum saman, nú tá alt er avgjørt, og lúr meg um vit ikki finna eina semju. Tað vildi verið løgið, um tað ikki var, segði NSÍ-formaðurin, sum nú hevur sum fremstu uppgáva at skipa fyri ársveitslu.
























