Hugsjónarligt stríð í samgonguni

Hugsjónarligt stríð í samgonguni
Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru farnir í eitt hugsjónarligt stríð um almen størv. Setarnarsteðg sigur Fróði Magnussen. Ikki uppá tal, sigur Margit Stórá.
02.11.2026 - 19:25

Froði Magnussen hevur sjálvur gjørt tað í síni egnu fyritøku Formula. Tá eitt starvsfólk fer úr starvi, er loysnin ikki altíð at fylla starvið aftur.

Tað er munandi betri at royna at loysa uppgávuna við tøkni ella vitlíki.

Tí mælir Fróði Magnussen til ein setanarsteðg innan almenn fyrisitingarstørv, sum innan 3 ár kann spara 170 mió krónur í almennari fyrisiting, sum heldur kann brúkast aðrastaðni.

Men í Javnaðarflokkinum verður uppskotið als ikki væl móttikið. Hetta er populisma heldur landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717