Stjórnarskipan: Loysing gjøgnum bakdyrnar

bannari
10.09.2012 - 16:03
InnlendisPolitikkur
Stjórnarskipan: Loysing gjøgnum bakdyrnar
Bárður Nielsen, løgtingsmaður, heldur, at uppskotið um stjórnarskipan fer aftur at íbirta klandur og spaðing

Arbeiðið við at skapa og tryggja varandi vælferð má og skal takast fram um luftkastellir um nýggjar grundlógir og loysing. Og politiskt klandur og stríð eru væntandi, nú uppskotið til eina føroyska stjórnarskipan er grivið upppaftur og lagt fyri tingið. Uppskotið sníkir loysingina gjøgnum bakdyrnar.


Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, eftir at Tjóðveldi og Framsókn løgdu uppskotið um stjórnarskipan fyri løgtingið fríggjadagin.

Bárður Nielsen vísir á, at samgongan veit, at málið fer at skapa spjaðing og ósemjur, og tí hevur ABDH-samgongan ongar ætlanir havt um at taka arbeiðið uppaftur í hesum valskeiðnum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482