Norski makrelstovnurin ikki niðurfiskaður í ár

07.08.2013 - 10:24
InnlendisVinna
Norski makrelstovnurin ikki niðurfiskaður í ár
Tað verður ikki í ár, at norsk skip sleppa at fiska makrelstovnin niður
Norski makrelstovnurin verður ikki niðurfiskaður í ár.

Tað ber ikki til at gera slíkt mitt í einum kvotuári, sigur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, við Fiskeribladet Fiskaren.


Nógvur makrelur
So nógvur makrelur er í norskum sjógvi, at fiskifrøðingar og fiskimenn stúra fyri, at onnur fiskasløg hava ov lítið at eta.
Lisbet Berg-Hansen hevur sjálv rent seg í tann nógva makrelin. Hon var á floti, og tað var næstan ógjørligt at sleppa fram at øðrum fiski fyri øllum makrelinum inni við land, sigur hon.


Kvoturnar eru býttar
Men trupulleikin er, at kvoturnar fyri 2013 eru longu býttar. Og Norra, sum er eitt ábyrgdarfult strandarland og trygd fyri burðardyggum fiskiskapi, kann ikki broyta kvotuna mitt í árinum. Norra og ES eru samd um, hvussu makrelurin skal býtast í ár, sigur Lisbeth Berg-Hansen við FiskeribladetFiskaren.


Norskir fiskimenn, sum fiska annað enn makrel, til dømis tosk og hýsu, stúra fyri tí nógva makrelinum, tí makrelurin etur so nógv, at einki er eftir til toskin og hýsuna.


Og fiskimenninir eru ikki teir einastu, sum ræðast tann nógva makrelin. Tað gera fiskifrøðingar eisini. Í gjár segði norski fiskifrøðingurin Jens Christian Holst soleiðis við Útvarpið:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523